sprog
Thordis Dahl Hansen
Í Føroyum er tað heilt vanligt at kóka kleynur fyri jól.
Siðvenjan at kóka kleynur til jóla, stavar heilt aftur frá miðøldini, tá ið ikki var vanligt at brúka ovn til matgerð. Kleynur eru eisini partur av jólabakstrinum í ìslandi, Norra, Danmark og Svøríki.

Her er ein uppskrift:
125 g av margarini + 350 g av sukri
3 egg + 1½ dl av mjólk
5 súpisk. av kardamummum
3 súpisk. av bakipulvur
uml. 1 kg av heitimjøl
Her er ein uppskrift:
125 g av margarini + 350 g av sukri
3 egg + 1½ dl av mjólk
5 súpisk. av kardamummum
3 súpisk. av bakipulvur
uml. 1 kg av heitimjøl
Tá ið deiggið er elt, skal tað rullast út.
Síðan skulu tær skerast við kleynusporanum. Kleynurnar skulu hava skap, sum ein romba.
So skulu tær snúgvast. Tann eini endin verður vendur ígjøgnum miðuna á kleynunis oleiðis at kleynan kemur at líkjast ein sloyfu.
So skulu tær snúgvast. Tann eini endin verður vendur ígjøgnum miðuna á kleynunis oleiðis at kleynan kemur at líkjast ein sloyfu.
Nú eru kleynurnar klárar at kóka.
Kleynurnar verða kókaðar í heitari olju, og tað eru bert nakrar kleynur í grýtuni í senn.
Tað er ikki leingi,i til tær eru klárar at taka upp aftur. Kleynurnar skulu vera ljósabrúnar.
Tær verða lagdar í eina stóra rúgvu at kólna.
Nú er klárt at fáa sær ein drekkamunn.
Eru kleynur ein partur at tykkara jólasiðvenjum?
Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva/ Guvvieh/ Nuotraukos/ Photo:
S1-26: Thordis Dahl Hansen