Play audiofile
Føroyskir pengaseðlar
Føroyskir pengaseðlar

Thordis Dahl Hansen


Indlæst på færøsk af Tanja Johansen
3
4

Síðan 1951 hevur Danski tjóðbankin prentað føroyskar pengaseðlar við føroyskum teksti. Virðið á føroysku pengaseðlunum er tað sama sum á teimum donsku pengaseðlunum. Støddin er eisini tann sama.Play audiofile

5
6

Høvuðsevnini á teimum pengaseðlunum, sum komu í 2012, eru føroysk djór og føroysk náttúra. Á eini síðu eru djór og á hinari síðuni er ein landslagsmynd.Play audiofile

7
8

Tað er føroyski listamaðurin Zacharias Heinesen, sum hevur gjørt vatnlitsmyndirnar á teimum seðlunum, íð komu út í 2012. Myndevnini eru við til at geva seðlunum lív og ymiskleika.Play audiofile

9
10

Hetta er ein 50-krónu seðil. Á aðrari síðuni er eitt veðrahorn, og hinari er Beinisvørð.Play audiofile

11
12

Hetta er ein 100-krónu seðil. Á aðrari síðuni er eitt petti av einum toski, og hinari er ein mynd av Klaksvík, sum er Føroya næst størsti býur.Play audiofile

13
14

Hetta er ein 200-krónuseðil. Á aðrari síðuni er ein náttfirvaldur, og á hinari er ein mynd av Tindhólmi.Play audiofile

15
16

Hetta er ein 500-krónuseðil. Á aðrari síðuni er ein fjørukrabbi, og á hinari síðuni er bygdin Hvannasund.Play audiofile

17
18

Hetta er ein 1000-krónuseðil. Á aðrari síðuni er ein grágrælingur, og hinari eru oyggjarnar Koltur og Hestur.Play audiofile

19
20

Myntirnar í Føroyum eru tær somu sum í Danmark.Play audiofile

21
22

Hvat veitst tú um pengaseðlarnar, sum vera brúktir í tykkara landi?Play audiofile

23
Føroyskir pengaseðlar

Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva/ Guvvieh:
S1+4+10-20: Thordis Dahl Hansen / Nationalbanken
S6: Jóannes Símunarson Hansen
S8: Birgir Kruse
S22: Martaposemuckel - pixabay.com
Forrige side Næste side