Play audiofilefo
Merkið - føroyska flaggið
Merkið - føroyska flaggið

1. flokkur í Norðskála - Oyrar skúla

3
4

Føroyska flaggið eitur Merkið.

Play audiofile 5
6

Merkið hevur reyðan kross, bláa rond og hvítan dúk.

Play audiofile 7
8

Reyði krossurin er ⅛ av breiddini. Bláu rendurnar eru ½ av reyða litinum. Teir hvítu teigarnir eru fýrkantar. Teir, næst stongini, eru eitt kvadrat, meðan teir uttaru eru tvær ferðir so stórir.

Play audiofile 9
10

Tað vóru Jens Olivur Lisberg og aðrir, sum í 1919 teknaðu Merkið, men tað varð ikki viðurkent fyrr enn 25. apríl 1940.

Play audiofile 11
12

Áðrenn Føroyar fingu sítt egna flagg, var tað flaggað við Dannebrog í Føroyum. Í dag er tað bert amtmansborgin, ið flaggar við donskum flaggi.

Play audiofile 13
14

Tað fyrsta Merkið, sum var gjørt, hongur í Fámjins kirkju.

Play audiofile 15
16

Flaggsangurin er “Sjá, tú blánar sum loftið”. Tað er Hans Andrias Djurhuus, sum hevur yrkt.

Play audiofile 17
18

25. apríl er flaggdagur. Tá er flagdagshald í fleiri bygdum, har skótar og hornorkestur ganga skrúðgongu, og ein røða verður hildin.

Play audiofile 19
20

Flaggdagurin er frídagur í skúlanum.

Play audiofile 21
22

Í 2015 fylti Merkið 75 ár. Tá gav frímerkjadeildin hesi frímerki út.

Play audiofile 23
24

Kennir tú til flaggdagar í hinum Norðurlondunum?

Play audiofile 25
Merkið - føroyska flaggið

Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva/ Guvvieh/ Nuotraukos/ Photo:
S1+4+6+12+16+20: Thordis Dahl Hansen
S8: 1. flokkur i Norðskála-Oyrar skúla
S10: Ukendt S14: www.snar.fo
S18: Heini Nygaard - www.snar.fo
S22: Stamps.fo
S24: Jonni Dahl Hansen
Forrige side Næste side
X