Play audiofile
Sólstøður
Sólstøður

6. flokkur í Skúlanum við Streymin


Inläst på färöiska av Rebekka Dís Káradóttir
3
4

Sólin skínur alla tíðina á jørðina, men av tí at jørðin melur runt, er tað dagur og nátt á jørðini.

Play audiofile 5
6

Men sólin flytur seg eisini, og soleiðis verða  árstíðir á jørðini.

Play audiofile 7
8

Tá ið tað er summar á norðaru hálvu, er tað vetur á sunnaru hálvu.

Play audiofile 9
10

Sólin flytur seg frá 23,5 stigum norð til 23,5 stig suður. Tað tekur ½ ár hjá sólini at flyta seg suður og ½ ár at flyta seg norðuraftur.

Play audiofile 11
12

Tá ið sólin, er á 23,5 stigum suður, er stytsti dagur á norðaru hálvu. Stytsti dagur er áleið 21. desember.

Play audiofile 13
14

Tá ið sólin er á 23,5 stigum norður, er longsti dagur á norðaru hálvu. Longsti dagur er áleið 21. juni.

Play audiofile 15
16

Tá ið sólin er komin norður aftur til miðkringin (ekvator), er várjavndøgur á norðaru jarðarhálvu og heystjavndøgur á sunnaru jarðarhálvu. Várjavndøgur á norðaru jarðarhálvu er 20. mars.

Play audiofile 17
18

Tá ið sólin er komin suður aftur til miðkringin (ekvator), er heystjavndøgur á norðaru jarðarhálvu og várjavndøgur á sunnaru jarðarhálvu. Heystjavndøgur á norðaru jarðarhálvu er 20. september.

Play audiofile 19
20

Norðari sólstøðukringur verður eisini nevndur krabbamerkið. Tað er uppkallað eftir stjørnumerkinum krabbin.

Play audiofile 21
22

Sunnari sólstøðukringur verður eisini kallað steingeitarmerkið. Hetta er eisini uppkallað eftir stjørnumerkinum steingeitin.

Play audiofile 23
24

Hvørjar siðvenjur eru knýttar at sólina har tú býrt?

Play audiofile 25
Sólstøður

Foto/ Myndir/ Asseq/ Valokuva/ Guvvieh/ Nuotraukos/ Photo:
6. flokkur Skúlin við Streymin
Miriam, Malan, Mattias, Tanja, Silrið, Anton, Maria, Rebekka Dís, Victoria, Heidi, Anna, Bárður, Teresa, Julian, Silas, Dávid, Rúni og Ragnar
Forrige side Næste side
X